Góða genta 17 ár
Tú hevur eitt etingarólag, tá tú spýr góðgæti upp aftur. Tú veit , tá tú etur ósunt, altso fært ov nógvar tómar kaloriur, sum verður til feitt, um tað er í yvirskoti, og so klárar tú at spýggja tað upp aftur.
Hettar er álvarsligt og kann skjótt vinda uppá seg, um tað definerast sum bulimi ella ikki er líkamikið. So er tað, hvussu tú snildisliga kanst broyta tínar óvanar.
Míni ráð eru, hav altíð nakrar gularøtur og surepli hjá tær, so tú etur hettar og ikki sjokulátu ella bomm, tá tú treingir til at eta nakað inn ímillum.
Halt áfram at venja 2-3 ferðir um vikuna og viga teg eina ferð um vikuna, so verður tú glað , tá tú ikki tyngist. Málið er at hava somu vekt, ikki at lætna, finna eina javnvág nátturliga millum tað tú etur, motionerar og vektina.
Aftur einaferð, tú mást taka hettar i álvara og gera nakað við hettar nú! Góða eydnu !
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin