bulimi

Spurningur: Hey tit!
Haldi eg havi nakrir trupulleikar, men veit ikki hvussu álvarsligir teir eru.
Næstan hvørja ferð eg havi etið, spýggi eg matin uppaftur. Eg havi gjørt hetta í periodum nú í eini tvey ár, men tann seinasta mánaðin er tað blivið meira regluligt. Nú spýggi eg millum eina ferð og seks ferðir um dagin. Eg vildi ikki sjálv sagt, at eg havi bulimi, men eg veit eisini, at bulimikarir ikki síggja trupulleikan sjálvir. Eg veit ikki, hvat eg skal gera. Klári ikki ordiliga at steðga, tí eg eri bangin fyri at taka uppá. Eg veit, at eg ikki eri feit (eri 1,69 m long og vigi 60 kg), men eg kundi gott hugsað mær at tapt meg eini tíggju kilo. Eg veit, at spýggjan ikki er tann rætti mátin at gera tað uppá, men eru tíggju kilo for nógv at tapa meg?
Havi so ofta hugsað um at fortalt vinkonunum um hesar trupulleikarnar, men eg eri bangin fyri, hvat tær høvdu sagt. So túsund takk til tykkum, fyri at hava gjørt hendan brævkassan :)

Hey tú sum spyrt um bulimi.
Fyrst vil eg siga at tað er gott at tú hevur valt at skriva inn um tín trupulleika. Tað er nevniliga tað eitt stig tann rætta vegin.
Tað er rætt sum tú sigur, at tað at spýggja matin, tú hevur etið, upp, ikki er ein góður máti at tapa seg uppá. Tað er heilt øgiliga ósunt at spýggja so nógv, tí kroppurin missir evni, sum hann hevur tørv á. Serliga hættisligt er tað, tá ólag kemur á sølt og mineralir í kroppinum, tað kann ávirka hjartað, og í seinasta enda vera deyðiligt. Eg haldi tað vera sera umráðandi, at tú tosar við læknan hjá tær um hendan trupulleikan, tí hann er álvarsligari, enn tú heldur! Tað at tú ikki klárar at steðga er eisini eitt tekin um, at tú ikki hevur tamarhald á trupulleikanum, og at tú mást fáa onkran at hjálpa tær víðari úr hesi støðu.
Tú skrivar at tú ert 169 cm høg, og vigar 60 kg. Tað vil siga at títt BMI er knapt 21. BMI talið hjá vaksnum kvinnum skal liggja millum 20 og 25. Fer tað niður um 18,5 ert tú faktiskt undirvektig. Út frá hesum er greitt, at tær ikki nýtist at tapa teg.
Eg vóni, at tú skilur at tú mást venda tær til tín kommunulækna sum skjótast, so kann hann ella hon hjálpa og vegleiða tær víðari.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin